Fyrireikingarnar hjá Kí fjepparum eru í hæddini – í mikudagin fara vit at hittast!

Mikudagin byrjar upphitingin av álvara, ung sum gomul eru vælkomin í bláustovu, ið er á norðara enda í Kí høllini, har vit fara at rigga til steypafinalurnar, ið verða leiktar leygardagin.

Okkurt søtt verður at fáa, og vóna vit at síggja nógvar spentar KÍ fjepparar.

Koyr á KÍ

KÍ – Klaksvíkar Ítróttarfelag

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: