Uni Leitisstein Hansen: Lystir mær at vita, hvussu mítt innlit í málið endaði hjá Norðlýsinum?

Eg havi sagt tað fyrr og eg siga tað aftur nú, “Tað ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu”. Her eitt mál, um hetta innlitið “Viðv. innlit í samskiftið og sáttmálar ml. KK og Bústaðir ísv. leigu av handilshølunum í Biskupstorgi”, sum Uni Leitisstein Hansen spyr um vegna Kringvarp Føroyar, men sum endar í Norðlýsinum, og eftir stendur Uni Leitisstein Hansen spyrjandi og spyr á Facebook, hvussu Norðlýsið hevur fingið fatur í sínum innlitið?

Hetta skrivar Uni Leitisstein Hansen á sínum Facebook vanga fyri trimum tímum síðani:

Kanska í so bráðtíðindi á Norðlýsinum í kvøld. Spennandi søga um, hvat Klaksvíkar kommuna skal gjalda fyri handilshølini í Biskopstorginum. Men hvussu mítt innlit í málið er endað hjá og í Norðlýsinum, ja tað lystir mær at vita 🤔

Hetta er ikki í tráð við rættar mannagongdir, at ein fjølmiðil spyr um innlit og ein annar fjølmiðil ferð avstað við søguni, hvussu tað kann lata seg gera?

Hetta má borgmeistarin Jógvan Skorheim fortelja okkum, tí hann hevur skrivað undir øll skjølini, sum Kringvarp Føroya, att: Uni Leitisstein Hansen, journalistur hevur fingið tann 7. november 2018, men sum Norðlýsið almennakunngerð seint í gjárskvøldið tann 12. november 2018 undir brátíðindir kl. 23:30.

Hvussu kann hetta lata seg gera harra borgmeistari?

SáH

Lýs á News.fo. Klikk á myndina og síggj okkara fantastisku prísir á news.fo!!!!

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.