Umráðandi at Fólkaflokkurin fær umboð á Fólkating

Nú eru bert fáir tímar til valhølini lata upp og veljarin sleppur at siga sína meining um politisku flokkarnar. Sambært veljarakanningum er sera tætt millum stóru flokkarnar.

Eg vil tí koma við eini inniligari og staðiligari allarsíðstu áheitan á allar føroyingar um at fara á val og velja Fólkaflokkin, ella eitt av valevnum floksins. Ongin má sita heima valdagin, men má fara á val og brúka sín demokratiska rætt.

Fólkaflokkurin er ein frælslyntur flokkur og ynskir at vit skulu taka ábyrgd av okkum sjálvum. Fólkaflokkurin leggur somuleiđis eins stóran dent á fólkaræði og frælsi hins einstaka. Frælsi hins einstaka at smíða sær eydnuna góða við teim evnum, sum skaparin gav uttan at blíva revsaður fyri tað.

Føroyingar farið tí á val og veljið ein sterkan, frælslyntan og demokratiskan flokk. Veljið Fólkaflokkin!

Tað er tì sera umráđandi at fólkaflokkurin fær umbođ á Fólkating.

Um onkur ynskir at blìva koyrdur til valstaðið, so ringið til eitt av valevnum floksins.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

valevni til fólkatingið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: