Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin liðugur í ár

Fyribyrging og endurvenjing eru lyklaorð í okkara eldrapolitikki. Havandi í huga, at vit alsamt gerast fleiri eldri, er tað neyðugt, at vit í størri mun leggja dent á varðveita førleikarnar hjá okkara gomlu, so tey kunnu virka og liva so frísk og sjálvstøðug sum gjørligt.
Tað var við hesum í huga, at vit í fjør samtyktu at fara undir at byggja ein nýggjan Umlættingar-og rehabiliteringsdepil Hoyvík. Hetta arbeiðið hevur gingið so mikið væl, at depilin við 27 umlættingarplássum stendur liðugur í át til ein samlað kostað 83 mió.
Tað er fyrstu ferð, at vit í Føroyum byggja ein slíkan depil, har endamálið við umlættingini er endurvenjing (rehabilitering ) burturav. Tá borgarar missa førleikar, hevur onki tilboð verið til teirra.
Endamálið við rehabilitering er at stuðla veikum eldri í at loysa gerandisuppgávur, og harvið økja um lívsdygdina. At okkara eldru borgarar kunnu fáa mistar førleikar aftur, ger tey meiri birg at kunna klára seg sjálvi. Í miðal verður roknað við, at 250 umlættingar og rehabiliteringsuppihald vera á deplinum um árið.
À umlættingardeplinum verður eisini møguligt at hava eldri borgarar til umlætting, sum hava verið innløgd á sjúrkrahúsi til eftirkanningar og uppafturvenjingar, og somuleiðis er møguligt at hava eina hospice deild til doyggjandi eldri.
Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Fólkaflokkurin