Um virksemið í skúlum, dagstovnum og frítíðarskúlum komandi dagarnar

created by dji camera

Uttanríkis- og mentamálaráðið og Kommunufelagið: Heilsufakligi ráðgevarabólkurin til skúlar og dagstovnar hevur havt fund í sambandi við stóru økingina í smittutalinum hesar seinastu dagarnar.

Neyðug stig eru tikin innan ávísu dagstovnarnar og skúlarnar, sum eru beinleiðis raktir av smittu.

Landslæknin hevur verið í samband við hesi, og tillagingar eru gjørdar í virkseminum.

Skúlar, dagstovnar og frítíðarskúlar hava annars opið í morgin sum vanligt.

Heitt verður á øll um at verða serliga varin og fylgja tilmælum um frástøðu, vaska hendur v.m.. Eisini verður mælt til at halda flokkarnar atskyldar bæði í undirvísingini og fríkorterunum. Sama er galdandi fyri stovurnar á dagstovnunum. Víst verður samstundis til vegleiðingarnar, sum fyrr eru sendar út í sambandi við handfaring av koronastøðuni.

Fylgt verður væl við støðuni, og um neyðugt verða fleiri stig tikin so skjótt, sum mett verður, at tørvur er á tí.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: