U18 genturnar hjá KÍ eru føroyameistarar 2019

Tað hendi í gjárskvøldið uttan dyst, tí AB/B71 møtti ikki upp og sostatt vann KÍ dystin 3-0.

Steyp og gull heiðursmerkir vóru givin gentunum hjá KÍ og gleðin var sera stór, har sproyta bleiv við champagne og øllum góðum.

Endaliga støðan gjørdist, at KÍ genturnar blivu føroyameistarar við 26 stigum og tapti tær ongan dyst í hesum kappingarárinum, sera flott klára. Nr. tvey gjørdist B36 og nummar trý gjørdist EBS/Skála.

KÍ gjørdist eisini steypavinnarar hjá U15 gentum, so alt talar fyri at kvinnudeildin hjá KÍ gongur einari bjartari tíð á møti.

Nú leygardagin spælir betri deildin hjá KÍ sín seinasta dyst og tað er ímóti HB á Gundadali og har er longu greitt at KÍ er føroyameistarar og tær skulu bara til Havnar at heinta steypið og gullheiðursmerkini.

Stórt tillukku KÍ, fantastiska gott klára.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.