U17 dystast í NEVZA-kappingini

Fremstu ungu flogbóltsleikararnir í Føroyum fara næstu dagarnar at dystast í árligu Norðurlendsku NEVZA-kappingini. Kappingin verður hildin í Ikast. Ferðalagið fór av landinum í Gjár við Atlantic Airways, og frá í morgin verða dystir á skránni.

Verja bronsuna
Í kappingini seinast stóðu føroysku liðini seg sera væl. Genturnar spældu seg víðari úr bólkaspælinum og kappaðust um bronsuna til endans. Tað rakk tó ikki heilt á mál, og endaðu tær nr. 4.

Dreingirnir harafturímóti gjørdu rættiligan vørr og gjørdust í kappingini millum favorittarnar at vinna, tí spælið var so gott. Í hálvfinaluni lógu teir væl fyri ímóti Noregi, men spennandi dysturin endaði við teprum sigri til Noreg, sum seinni vann kappingina. Føroysku dreingirnir lótu tó ongan iva vera um, hvar bronsan skuldi, tí í bronsufinaluni vundu teir burturúr Svøríki, sum ongan møguleika fekk. So statt hava bæði liðini nakað at verja og byggja á.

Fyrstu dystirnir í morgin
Kappingin sjálv byrjar í morgin – mánadagin, og tá verður leikt soleiðis:

U17 gentur:
kl. 10.00 Føroyar – Grønland
kl. 16.00 Føroyar – Ísland

U17 dreingir:
kl. 08.30 Føroyar – Ísland
kl. 14.30 Føroyar – Svøríki

Leikt verður líka til hósdagin, tá ið finaluumførini eru.

Allir dystirnir verða stroymaðir ókeypis, og áhugaðir hyggjarar kunnu tekna seg á hesi leinkjuni:

http://www.volleytv.dk/nevza-u17-championship-hall-c

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.