Tyrlan hjá Atlantic Airways úr at gera í nátt

News.fo og Norðoya Portalurin tosaði við vakthavandi á Politistøðini í Havn fyri løtu síðani og spurdi hann, hví Tyrlan hjá Atlantic Airways fleyg yvir Klaksvíkingina í nátt og segði hann, at Tyrlan skuldi eftir einum grønlendskum sjóðmanni, sum hevði meint sær øksluna.

Í nøkunlunda somu tíð boðaði Viðoyingar frá, at ein leigubilur stóð har norðuri við ongum ferðafólkum og teir hildu seg síggja ljós á fjallinum og eftirsum, at Tyrlan var á flogið í nátt, so fór hon at leita, men teir hava einki funnið enn.

Sýnið var ikki gott har norðuri og klokkan 05:23 kom Tyrlan aftur til Klaksvíkar, men nú kl. 06.00 er hon á veg norður aftur til Viðareiðis at leita og sýnið er eitt sindur betri nú.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.