Tyrla eftir sjúklingi umborð Norrønu

Vit høvdu siglt í nakrar tímar, tá ið tað ljóðaði í hátlarnum á Norrønu, um nakar lækni var við umborð og klokkan 20:30 bleiv upplýst, at ein tyrla kom eftir einum sjúklingi og hon skuldi vera við Norrønu um góðar 15. min.
Klokkan 20:45 sæst tyrlan og løtu seinni sveimaði hon yvir Norrønu og har blivu heysaði bjargingarfólk, børa og lækni niður á dekkið á Norrønu.
Sjúklingurin bleiv gjørdur klárur og bleiv heysaður upp og løtu seinni blivu bjargingarfólki og læknin eisini heysaði upp trygt inn í tyrluna.
Øll bjargingin tók umleið ½ tíma og so var tyrlan á veg til tað nærmasta sjúkrahús við sjúklinginum.
Veðrið var gott, men við eitt sindur av vindi.
Fekk ikki upplýst í hvørjum tilstandi sjúklingurin var í, men tað má vera álsvarsligt, tá ið tyrla kemur eftir viðkomandi. Vit ynskja honum alt tað besta.
Her myndir frá hendingini, sjá herundir.
SáH