Týðandi samstarv millum Kommuna og Vinnuna


Fundur var í morgun millum borgarstjóran, Karl Johansen, og Vinnulívsráðið.

Endamálið hjá Vinnulívsráðnum er at fjálga um vinnulívið í Norðoyggjum, og tískil er samstarvið millum Vinnulívsráðið og kommununa ein týðandi liður í menningini av kommununi, sum eisini ynskir at stuðla undir, at vinnulívið í býnum hevur góðar karmar at virka undir.

Vinnulívsráðið skipar javnan fyri netverksfundum, har sjóneyka verður sett á aktuell mál. Harumframt eru javnan framløgur frá fyritøkum í Norðoyggjum, sum kunna um sítt virksemi.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author