Í gjár vóru tveir nýggir smittutilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Báðir persónar eru smittaðir í Føroyum, í eina førinum er smittukeldan ókend.

2.191 kanningar eru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 28 persónar smittaðir við COVID-19.

Fleiri hagtøl eru at finna ovast á síðuni www.corona.fo

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: