Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár


Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann eini persónurin er partur av kendari smittuketu. Í løtuni ber ikki til at staðfesta, hvussu hin persónurin er blivin smittaður.

726 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 262.746 kanningar.

673 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru fýra persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Hetta sigur Landslæknin við KVF, klikk link her “Landslæknin: Smittan er leys í Føroyum”

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author