Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann eini tilburðurin er funnin við kanning dagin eftir komu til Føroya. Hin tilburðurin er funnin við kanning á sætta degi.

omin til Føroya úr útlondum í farnu viku.Í gjár vórðu 449 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 216.677 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 652 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 644 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru sjey persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author