Tveir smittutilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin býr í Føroyum, og hevur verið uttanlands. Viðkomandi fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum.
Í gjár vórðu 1455 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 177.989 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 530 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 24 persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsamálaráðið