Tveir smittutilburðir í gjár


Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, leygardagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu.

1465 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 285.401 kanningar.

743 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 697 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 220 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author