Tveir smittutilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, fríggjadagi. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Annar teirra er partur av kendari smittuketu. Ikki er greitt, hvussu hin persónurin er blivin smittaður.

1794 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 283.936 kanningar.

741 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 691 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 49 persónar smittaðir við koronu, og 235 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author