Tveir smittutilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Annar persónurin er útlendingur, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Hin persónurin býr í Føroyum. Í løtuni er óvist, hvussu viðkomandi er blivin smittaður. Báðir persónar eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1198 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 180.335 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 534 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 512 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 22 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author