Tveir smittutilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Tann eini persónurin hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanningini á flogvøllinum. Hin persónurin fekk staðfest smittuna við kanning tríggjar dagar eftir, at viðkomandi var komin til Føroya úr útlondum. Báðir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 1020 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 179.137 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 532 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 512 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 20 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsamálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author