Tveir nýggir tilburðir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í báðum førum er talan um fólk, sum eru komin til Føroya.

Í gjár vórðu 729 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 202.117 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 622 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 566 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 56 persónar smittaðir í løtuni.

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: