Tvær milliónir krónur vóru settar av á fíggjarlógini fyri 2022 til miðlastuðul.

Miðlastuðulsnevndin hevur latið sjey miðlum og 17 verkætlanum stuðul í ár. Hesir miðlar eru Dimmalætting, FM1, Portal.fo, Sosialurin, Vágaportalurin, Norðlýsið og JN.fo.

Miðlastuðul latin í 2022

Í ár er miðlastuðulin á fyrsta sinni latin sambært nýggju miðlastuðulslógini, og stuðulin er latin í tveimum umførum í vár og í vetur.

Nýggja lógin førir við sær, at stuðulin, eins og áður, verður latin til rakstur við støði í lønarútreiðslunum hjá miðlinum árið fyri, men at nú verður stuðul eisini latin til serstakar miðlaverkætlanir.

Verkætlanarstuðul kann verða latin til miðlar, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Talan kann vera um eitt nú greinarøð, heimildarsending, poddvarp o.a.
30 % av játtanini verður latin til rakstur, og 70 % av játtanini verður latin til verkætlanir.

Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í oktober í 2022. Hallbera West varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannensen varð valdur sambært tilvevning frá Føroysk miðlafólk, og Bjørk Maria Kunoy varð vald sum forkvinna sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya. Varafólk teirra eru Sigrún Hallursdóttir Brend, Martin N. Simonsen og Dánjal Højgaard. Nevndin hevur í viðgerðini av umsóknunum fylgt leistinum frá seinasta stuðulsumfari og undanfarin ár við einari lutfalsliga breiðari tulking av treytunum, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.

Miðlastuðul fyri 2023 verður eftir ætlan latin aftur í vár. Nærri kunning og vegleiðing verða lýst á heimasíðuni hjá avvarðandi ráði í næstum.

Les alla kunnningina um miðalstuðul fyri 2022 HER

Almanna- og mentamálaráðið

MIÐLASTUÐULSNEVNDIN
Miðlastuðul latin sjey miðlum og 17 verkætlanum í 2022

Tvær milliónir krónur vóru settar av á fíggjarlógini fyri 2022 til miðlastuðul. Miðlastuðulsnevndin hevur latið sjey miðlum og 17 verkætlanum stuðul í ár. Hesir miðlar eru Dimmalætting, FM1, Portal.fo, Sosialurin,
Vágaportalurin, Norðlýsið og JN.fo.

Í ár er miðlastuðulin á fyrsta sinni latin sambært nýggju miðlastuðulslógini, og stuðulin er latin í tveimum umførum í vár og í vetur. Nýggja lógin førir við sær, at stuðulin, eins og áður, verður latin til rakstur við støði
í lønarútreiðslunum hjá miðlinum árið fyri, men at nú verður stuðul eisini latin til serstakar miðlaverkætlanir.

Verkætlanarstuðul kann verða latin til miðlar, ið leggja seg eftir at gera loftborið ella skrivligt tilfar, sum verður mett at hava journalistiska dygd og samfelagsligt virði. Talan kann vera um eitt nú greinarøð,
heimildarsending, poddvarp o.a.

30 % av játtanini verður latin til rakstur, og 70 % av játtanini verður latin til verkætlanir.

Verkætlanarstuðul
Fýra miðlar og seytjan verkætlanir hava fingið verkætlanarstuðul í ár. 36 umsóknir vóru til fyrra stuðulsumfarið í vár, og 25 umsóknir vóru til seinna stuðulsumfarið í heyst. Stuðulin verður latin soleiðis, at
besta umsóknin fær fullan stuðul, síðani næstbesta, triðbesta og so framvegis, inntil játtanin er uppi, ella eingin dygdargóð umsókn er eftir. Samsvarandi vegleiðingini metir nevndin um umsóknirnar við atliti til
tríggjar metingarpelar: innihaldið í verkætlanini, kostnaðurin og journalistikar royndir hjá tí ella teimum, ið vara av verkætlanini.

Í vár fingu 13 verkætlanir tilsamans kr. 1.080.643,28 í verkætlanarstuðli, og stuðulin varð latin soleiðis:
Sosialurin við verkætlanini “Sjónvarp á netinum” kr. 49.920,00
Sosialurin við verkætlanini “Ummæli” kr. 97.500,00
Dimmalætting við verkætlanini “Knarrið” kr. 242.903,85
Sosialurin við verkætlanini “Skapanarverk” kr. 76.000,00
FM 1 við verkætlanini “Prestar og kirkjur” kr. 60.000,00
Dimmalætting við verkætlanini “Uttanfyri sitat” kr. 44.322,13
Dimmalætting við verkætlanini “Aling fyri Havnafólk” kr. 74.761,54
Dimmalætting við verkætlanini “Fiskur fyri Havnafólk” kr. 74.761,54
Sosialurin við verkætlanini “Tilflytarar” kr. 60.000
Dimmalætting við verkætlanini “Vísund” kr. 79.799,40
Dimmalætting við verkætlanini “Ung listafólk” kr. 70.915,40
Portal.fo við verkætlanini “Politiskt tilfar” kr. 70.000,00

Nú í vetur vóru sostatt kr. 319.356,73 eftir at lata í verkætlanarstuðli, og stuðulin er latin soleiðis:

MIÐLASTUÐULSNEVNDIN
Sosialurin við verkætlanini “Løgmenn” kr. 52.000
Sosialurin við verkætlanini “Tíðindi kring landið” kr. 95.200
Sosialurin við verkætlanini “Heilsa” kr. 67.600
Dimmalætting við verkætlanini “Skannarin” kr. 104.556,73

Fýra umsóknir luku ikki treytirnar fyri verkætlanarstuðli, annaðhvørt tí talan ikki er um eina serstaka verkætlan, ella tí talan ikki er um ein tíðindamiðil við regluligum og jøvnum tíðindastreymi, ið lógin setur
sum treyt fyri miðlastuðul.

Miðlastuðul við støði í lønarútreiðslum
Kr. 599.999,99 eru latnar í rakstrarstuðli. Sjey miðlar søktu um hendan miðlastuðulin, og allir luku treytirnar
fyri stuðul. Býtið millum miðlarnar er sum víst niðanfyri við støði í fíggjarligum upplýsingum frá 2021:
Sosialurin kr. 225.794,60
Portal.fo kr. 118.692,72
Dimmalætting kr. 110.727,31
Norðlýsið kr. 62.065,46
FM1 kr. 53.291,50
Vágaportalurin kr. 22.570,34
JN.fo kr. 6.858,06

Stuðulin grundaður á lønarútreiðslur er munandi lægri í ár, enn hann hevur verið undanfarin ár, tí bert ein triðingur av játtanini verður nú latin eftir hesum leisti.

Nýggj nevnd
Nýggj miðlastuðulsnevnd varð vald í oktober í 2022. Hallbera West varð vald sambært tilnevning frá Fróðskaparsetri Føroya, John Johannensen varð valdur sambært tilvevning frá Føroysk miðlafólk, og Bjørk Maria Kunoy varð vald sum forkvinna sambært tilnevning frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum Føroya. Varafólk teirra eru Sigrún Hallursdóttir Brend, Martin N. Simonsen og Dánjal Højgaard. Nevndin hevur í viðgerðini av umsóknunum fylgt leistinum frá seinasta stuðulsumfari og undanfarin ár við einari lutfalsliga breiðari tulking av treytunum, ið lógin og viðmerkingarnar til lógina seta til innihaldið í miðlunum.

Miðlastuðul í 2023
Miðlastuðul verður eftir ætlan latin aftur í vár. Nærri kunning og vegleiðing verða lýst á heimasíðuni hjá
avvarðandi ráði í næstum.

3. januar 2023

Vegna Miðlastuðulsnevndina

Bjørk Maria Kunoy, forkvinna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: