Tunlar norð um Fjall verður byrjaður í 2020

Her uppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini og har meirilutin heldur, at farast skal undir verkætlanina at gera Tunlar norð um Fjall í 2020.
Avsettar vera 15. milliónir, so farast kann ígongd skjótast gjørligt, hetta stendur í uppskotinum:
03.38.1.96 Tunlar norð um fjall Løguj. 15.000 –
Meirilutin heldur, at farast skal undir verkætlanina at gera Tunlar norð um Fjall í 2020.
Sambært Landsverk er tunnilin millum Hvannasund og Árnafjørð liðugt projekteraður og
klárur at bjóða út. Tunnilin millum Gerðabø og Árnafjørð er ikki liðugt projekteraður.
Meirilutin heldur, at verkætlanin Tunlar norð um Fjall skal bjóðast út beinanvegin í 2020,
so farast kann undir at bora tunnilin í seinnu helvt av 2020. Samstundis sum gongd kemur á
tunnilin millum Hvannasund og Árnafjørð, skal projekteringin av tunlinum millum
Síða 4 av 52
Gerðabø og Árnafjørð gerast liðug. Sambært Landsverk ber til at bjóða alla verkætlanina út
til sama eindarprís, hóast projekteringin av tunlinum millum Gerðabø og Árnafjørð ikki er
liðug. Sambært Landsverk kemur samlaða verkætlanin at kosta millum 450 og 470
milliónir krónur.
Stór jólagávu til okkum her norðuri og hattin av fyri okkara nýggju samgongu, sum bert hevur sitið í tríggjar mánaðar og longu nú verið farið ígongd við Tunlar nor um fjall.
SáH
Her uppskotið frá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, klikk her: “Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020”