Corona

Trý starvsfólk í Mylnuhúsinum í Klaksvík smittað við Covid-19

Landslæknin boðaði í gjár tveimum starvsfólkum í Mylnuhúsinum frá, at tey vóru testað positiv við Covid-19 smittuni. Talan er um starvsfelagar hjá námsfrøðinginum, sum varð staðfest smittað hósdagin í farnu viku.

Eftir tilmæli frá serkunnleika landsins, vórðu tey flestu av starvsfólkunum í Mylnuhúsinum sett í sóttarhald hósdagin, og tískil hava hesi ikki verið í samband við onnur síðani hósdagin. Tað sama er galdandi fyri fleiri av børnunum í Mylnuhúsinum, sum hava verið í sóttarhaldi síðan fríggjadagin.

Øll foreldur í Mylnuhúsinum eru kunnað um støðuna og hava fingið boð um at vera heima, til nærri boð koma frá Landslæknanum um, hvør møguliga skal í sóttarhald afturat.

Landslæknin tekur sær nú av málinum og tí, sum víðari skal henda fyri at fyribyrgja, at fleiri verða smittað.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at kommunan tekur hetta í størsta álvara.

– Tilburðirnir í gjár vórðu staðfestir hjá fólki, sum longu vóru í sóttarhaldi. Sostatt hevur smittan sannlíkt breitt seg minni, enn hon annars kundi gjørt. Tí hevur tað stóran týdning, at vit øll virða ásetingarnar í sambandi við sóttarhald og á tann hátt avmarka smittuvandan. Soleiðis hjálpa vit hvørjum øðrum á ein skilagóðan hátt, sigur Jógvan Skorheim.

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.