Trúgvi í Vági hevði 2.600 pund í dag

Trúgvi í Vági sum hevði ein góðan túr í gjár, 4.300 pund, hevði eisini ein góðan túr í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroya.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu 2.600 pund, 2.100 pund toskur, 500 pund hýsa.

Tilsamans hevur Trúgvi í Vági fiska 6.900 pund hesar báðar dagarnar og settu teir 19 stampar íalt.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author