Trúgvi í Vági hevði 1.700 pund í dag

Trúgvi í Vági kom aftur klokkan 08:30 í morgun. Teir høvdu roynt við línu í Djúpunum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 1.656 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 852 pund toskur, 800 pund hýsa og 4 pund longa, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

TRÚGVI Í VÁGI – ( KG 999 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 15-12-2020 15-12-2020 828
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author