Trúgvi í Vági góðan túr í nátt, góð 6.000 pund

Trúgvi í Vági hevði ein góðan túr í nátt. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.504 pund, tað mesta var toskur, 4.000 pund toskur, 1.500 pund hýsa og 4 pund longa.

Teir komu tíðliga aftur í morgun og landa bleiv til NFCS.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author