Trúgvi í Vági kom tíðliga aftur í morgun og landaði til NFCS klokkan 8.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.620 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.000 pund toskur, 600 pund hýsa og 20 pund upsi.
Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og við vóru tveir mans.
Tá Trúgvi í Vági var liðugur at landa fór ein av okkara útróðrarbátum til útróðar og tað var Stakkavík, mynd herundir.
SáH
Trúgvi í Vági, mynd tikin tann 25.10.2019 klokkan 08:10Trúgvi í Vági, mynd tikin 25.10.2019 klokkan 08:20Trúgvi í Vági, mynd tikin tann 25.10.2019 klokkan 08:21Stakkavík, mynd tikin tann 25.10.2019 klokkan 08:22
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.