Tróndur og Leivur vrakaðir

Hvat hendir, ein av teimum heilt fáu sendingunum man tímdi at lurtað eftir í KVF verður nú niðurløgd og báðir vertirnir eru vrakaðir. Hetta skrivar Leivur Thomsen á hansara Facebook vanga fyri trimum tímun síðani.

Vit takka fyri okkum
Manningin á Vikuskiftissendingini, Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen, takka nú fyri seg eftir 6 ár. Vit vilja við hesum takka øllum tykkum lurtarum, sum hava notið fríggjadagsløturnar upp undir vikuskiftið saman við okkum. Vit vilja eisini takka trúgvu heimildarfólkunum hjá sendingini, umframt tykkum, ið hava luttikið í sendingini. Facebooksíðan “Vikuskiftissendingin” er nú ikki longur partur av sendingini. Vit vilja eisini nýta høvið til vinarliga at heita á fólk um ikki at senda fyrispurningar til okkum í sambandi við sendingina.
Leiðslan í KVF hevur gjørt av at seta annan vert í sendingina.
Gott summar.
Ja, aðrir bollar…

Leivur Thomsen, Facebook 01.07.2021

Please follow and like us: