Tríggjar konsertir í dag leygardagin 1. oktober

Smærri tiltøk hava seinastu dagarnar sett ein serligan dám á vikuna. Leygardagin verður onki undantak. Rennibreytin verður alment tikin í nýtslu og aftaná tað verður lagt upp til hugnaligar gongutúrar í býnum, har møguleiki er at fara til ikki minni enn tríggjar ymiskar konsertir.

Tiltøkini á skránni til Virkið heyst eru samskipaði í góðum samstarvi við vinnuna, felagsskapir og áhugafeløg, og sum nakað heilt serligt skipa tríggjar vinnufyritøkur í býnum fyri virkiskonsertum.

LookNorth, Kjølbro Heilsølan og KSS bjóða nevnliga inn til forkunnugar tónleikaligar upplivingar.

Kl. 13 syngja Danny og Ingi inni á lagrinum í Heilsøluni

Kl. 15 TOS framførir inni í virkisbygninginum hjá LookNorth

Kl. 16 Hoppiborg og grillaðar pylsur við smiðjuna hjá KSS

Kl. 17 Bollarnir framføra á verkstaðnum hjá KSS

Les alla skránna á klaksvik.fo

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: