Tríggir útróðarbátar landaðu 23.000 pund til N.F.C.S.

Ígjár landaðu Norðsøki, Bragd og Líðhamar 23.000 pund til N.F.C.S. Allir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út á Fiskamarknaðinum Føroyar og hevði Norðsøki 16.670 pund, Bragd 2.640 pund og Líðhamar 9.634 pund, tað mesta var toskur og hýsa.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author