Tríggir tilburðir staðfestir

Í løtuni eru tríggir persónar staðfestir smittaðir við coronasmittuni. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í gjár vórðu tríggir tilburðir staðfestir á flogvøllinum. Talan er um eina útlendska familju, sum kom við sama flogfari til Føroya. Øll trý eru nú avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporing.

Heilsumálaráðið tann 19. juli kl. 13.43

Kanningarúrslit frá landslæknanum verða kunngjørd her á síðuni, so skjótt tey eru tøk, klikk www.corona.fo

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author