Tríggir smittutilburðir staðfestir í gjár


Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll trý eru partur av kendari smittuketu.

736 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 263.482 kanningar.

676 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru sjey persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author