Tríggir smittutilburðir staðfestir í gjár

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, týsdagin. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Øll trý eru partur av kendari smittuketu.

2.874 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 270.696 kanningar.

697 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 27 persónar smittaðir.

Heilsumálaráðið

Please follow and like us: