Tríggir smittutilburðir í gjár

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, mánadagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

Allir tilburðir eru partur av kendari smittuketu.

1747 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er gjørdar 278.939 kanningar.

721 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 675 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 45 persónar smittaðir við koronu, og 382 fólk eru í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author