Tríggir nýggir smittutilburðir
Tríggir nýggir smittutilburðir

Tríggir nýggir koronatilburðir eru staðfestir í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum.
Hesaferð er talan um tríggjar persónar, sum ikki hava verið í sambandi við hvønn annan. Landslæknin veit longu við vissu, at tveir av teimum trimum persónunum eru smittaðir í Føroyum.
Landslæknin mælir nú øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.
“Taka vit okkum ikki um reiggj nú, er veruliga vandi fyri, at smittan fær fastatøkur í Føroyum. Her er talan um tríggjar ymiskar smittuketur, og tí skulu vit brúka stóra orku upp á at smittuuppspora tær ymisku smittuketurnar.” sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni.
Landslæknin heitir á øll fólk, sum hava verið í sambandi við tey smittaðu, um at seta seg í samband við seg á teldupostinum lafm@stps.dk.
Bæði Landsstýrið og Epidemikommisjónin fara at koma saman sum skjótast, nú fleiri nýggir tilburðir eru staðfestir.
Heilsumálaráðið