Tríggir nýggir smittutilburðir í gjár

Tríggir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Allir tilburðirnir eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 584 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 195.209 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 582 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 47 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author