Triðja prik til øll oman fyri 18 ár

Koppsetingarbólkurin mælir øllum til at gera skjótt av at taka av tilboðnum um triðja prikið fyri at fáa betri verju ímóti Omikron-frábrigdinum av COVID-19. Á tann hátt ber til at minka um vandan fyri álvarsligari sjúkugongd og forða fyri ógvusligum trýsti á sjúkrahúsverkið

Fyri einari viku síðan var triðja koppsetingin av øllum føroyingum oman fyri 40 ár framskundað, og nú verður tilboðið víðkað til at umfata øll, sum eru 18 ár og eldri. Einasta treytin fyri at fáa triðja prikið er, at tað í minsta lagið eru gingnir 140 dagar síðan annað prikið.

Tað er skjóta útbreiðslan av nýggja Omikron-frábrigdinum av COVID-19, sum er beinleiðis orsøk til, at triðja prikið – tann sonevndi boostarin – er framskundað í Føroyum og í londunum rundan um okkum. Í Danmark kom tilboðið um triðu koppsetingina til øll oman fyri 18 ár í gjár.

Smittutølini í Føroyum eru eins og í grannalondunum nógv vaksin seinastu dagarnar, og støðugt fleiri verða smittað við Omikron-frábrigdinum.

Nógv bendir á, at nýggja og illa smittandi frábrigdið oftast elvir til mildari sjúkugongd enn hini frábrigdini, men kortini eru tað nøkur, ið eisini gerast álvarsliga sjúk av tí. Tí mælir Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, staðiliga til at taka støðuna við vaksandi smittutølum í stórum álvara.

Tað er staðfest, at koppsetingin ikki verjir fólk serliga væl ímóti yvirhøvur at verða smittað við Omikron-frábrigdinum, men kortini verjir koppsetingin væl ímóti at gerast álvarsliga sjúk, og tað vísir seg, at triðja prikið økir munandi um hesa verjuna.

“Omikron smittar nógv verri enn hini frábrigdini, og heldur talið av smittutilburðum fram at vaksa ógvusliga, so slepst ikki undan, at tað eisini verða fleiri av teimum, sum eru ringast vard, ið gerast álvarsliga sjúk og mugu leggjast inn á sjúkrahús. Tí ræður um, at so nógv sum gjørligt verða so væl vard, sum til ber. Og tí mæli eg eisini øllum til at gera skjótt av og taka av tilboðnum um triðja prikið”, sigur Lars Fodgaard Møller.

Koppsetingarbólkurin

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: