Tottenham vann 3-0 á Dortmund á Wembley

Tottenham vann ein tryggan sigur á Dortmund í gjárskvøldið. Fyrri hálvleikur endaði 0-0, har spæli var sera rótut frá báðum síðum, har Dortmund var nærmast við at skora.
Seinni hálvleikur var sera góðir fyri Tottenham. Son legði Tottenham á odda eftir eitt perfekt innlegg frá Vertonghen og hetta hendi ein min. inn í seinna hálvleik.
Tottenham setti seg á dystin og pressaðu Dortmund langt aftur á vøllin, men ikki fyrrenn í 82. min. legði Tottenham seg á odda 2-0, hesaferð var tað Vertoghen sum skoraði eftir innlegg frá Aurier og bert tríggjar min. seinni staðfesti Llorente sigurin, tá ið hann stútaði bóltin í málið, eftir at Eriksen hevði lagt eitt gott horna innfyri.
Tottenham vann dystin 3-0 og hava nú eitt útgangsstøðið, tá ið teir skulu møta Dortmund í Týsklandi.