Tíðindi Tøkni

Tórskvøld í Aarhus í morgin tann 7. februar

Fríggjakvøldið 7. februar kl. 19 skipar Tórshavnar kommuna saman við Hugskotinum og Føroyingafelagnum í Aarhus fyri føroyska tiltakinum Tórskvøld. Tilmelding fer fram her: https://hugskotid.fo/skrseting-aarhus-trskvld Tiltakið er ókeypis og fyri allar føroyskar útisetar – yngri sum eldri 😊

Komið framvið til eitt hugnaligt kvøld, har Tórshavnar kommuna bjóðar ein heimligan bita úr Føroyum og Okkara bjóðar okkurt leskandi afturvið. Tónleikabólkurin JASMIN spælir til tiltakið og eisini verður møguligt at netverka við aðrar útisetar og umboð úr Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum.

Høvi verður at hoyra um fjølbroyttu arbeiðsmøguleikarnar í Tórshavnar kommunu. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer harumframt at leggja fram um jaligu gongdina í høvuðsstaðnum. Eisini greiðir Hugskotið frá vaksandi huginum og dirvinum hjá føroyingum at skapa sítt egna starv.

Tilmelding til Tórskvøld fer fram á https://hugskotid.fo/skrseting-aarhus-trskvld Tiltakið er ókeypis og tað er avmarkað pláss.

Øll, sum luttaka á tiltakinum, eru við í lutakastinum um ein Sveiggj-ferðaseðil frá Atlantic Airways og ein flytipakka frá Smyril Line!

Hvar: Folkeoplysningens Hus, Vester Allé 8, 8000 Aarhus C, Lokale VA8-105, Foredragssalen

Nær: Fríggjadagin 7. februar 2020 kl. 19

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.