Tórshavnar Kommuna við Anniku á odda hjálpir vinnulívinum

Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur klokkukláran boðskap til føroyska vinnulívið.

Tað almenna skal ikki halda aftur. Nú ræður um hjá landinum og kommunum at halda fram við at gera íløgur, soleiðis at treystið í vinnuni og góða gongdin í búskapinum heldur fram.

Annika Olsen skrivar m.a. á sínum Facebookvanga, at Tórshavnar kommuna hevur ongar ætlanir um at steðga íløgunum. Tvørturímóti. Her eru nøkur av átøkunum, kommunan hevur tikið stig:
– Sáttmáli undirskrivaður um at gera Tórshavnar havn lidna✅
– Langhylurin liðugt prosjekteraður/klárur at bjóða út✅
– Útstykkingin við Stórubrekku kann fara i gongd í summar = uml. 100 búeindir ✅
– Umvæla skúlar og dagstovnar✅

Flott, Annika Olsen, og meirilutin í Tórshavnar býráði🇫🇴👏👍

Fólkaflokkurin

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.