Nú stundar Torratíðin til, og Torradagar í Klaksvík eru aftur á skrá aftaná ein longri korona-steðg. Dagarnir verða hildnir í Klaksvík frá mánadegnum 21. februar til 26. februar.

Í torravikuni verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini verður skipa fyri fyrilestrum um fiskivinnuna í dag, har serfrøðingar greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum.

Nærri kunning um skránna kemur seinni.

Klaksvíkar Kommuna

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: