Torbjørn Jacobsen: Kommunuskuld kann leggjast og parkerast út í sjálvsongarstovnar, vit takka.

Borgmeistarin fýri Runavíkar Býráð Torbjørn Jacobsen takkar Klaksvíkar Kommunu fyri at KK sprongdu mørkini fyri hinar kommununar í Føroyum, viðvíkjandi almennu avmarkingum og at hin liberala Kristina Háfoss, hevur latið hetta fara aftur við borðinum. Hetta skrivar Torbjørn Jacobsen fyri 3 tímum síðani á sínum Facebook vanga:

Hugalig tíðindi fyri aðrar borgarstjórar í landinum, at hin liberala Kristina Háfoss nú letur tað fara aftur við borðinum, at kommunuskuld kann leggjast og parkerast út í sjálvsognarstovnar. Hon fekk onga avtalu við Kommunufelagið um nakað sum helst (av góðum grundum) og nú verða øll mørk sprongd umvegis aðrar ventilar, hetta gevur heilt aðrar og nýggjar møguleikar hjá okkum, sum sita fyri kommununum. Takk skulu tit hava, sum sprongdu mørkini og almennu avmarkingarnar fyri okkum onnur 🙂

Nú verður spennandi at vita, hvussu leikur ferð í hesum málinum og har Klaksvíkar Kommuna nú er ígongd við at fara inn í privata marknaðin bæði við leigan av handilshølum, matstovum og annað á Biskopstorginum og ætlanir um at byggja privatar bústaðir fyri almennar pengar í Klaksvík.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.