Corona

Tónleikarin Pink stuðlar kreppuraktum Covid-19 fólkum við 1. millión dollars

Tónleikarin Pink hevur stuðla við 1. millión $ til Corona-rakt fólk, sum eru komin illa fyri av sjúkuni.

Pink, sum er fødd við navninum Alecia Beth More, sigur, at hon er í bedring og at hennara trý ára gamli sonur Jameson, sum eisini vísti tekin, at hava Covid 19 fyri tveimum vikum síðani, eisini er við at koma seg aftur.

“Lukkutíð hevur okkara lækni atgongd til at testa fólk og eftir at eg var blivin testa positiv fyri tveimum vikum síðani, blivu vit testaði aftur fyri nøkrum døgum síðani og nú eru okkara royndir negativar.”

Hon er sjálvandi glað fyri boðini og hevur hon givið sítt orð uppá, at hon ferð at stuðla Philadelphia Temple Unversity Hospital við 500.000 $, til æru fyri sína mammu, sum arbeiddi har í 18 ár.

Har umframt vil hon stuðla 500.000 $ til grunnin hjá Los Angeles borgmeistara fyri kreppurakt fólk við Covid-19.

SáH

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.