Ein hjartans tøkk til hvønn einstakan av tykkum 4222, sum stóðu saman um fólkaflokkin og góvu honum atkvøðuna á fólkatingsvalinum.

Tíverri rakk hetta ikki til ein sess á fólkatingi, men vit missa ikki móti og taka dystin uppaftur.

Vit vóna og vænta og mugu arbeiða fyri at fáa írestandi atkvøðurnar heimaftur til løgtingsvalið. Føroyar og føroyingar hava brúk fyri okkara politikki – ongantíð meir enn nú.

Ein serlig og innilig tøkk til øll tykkum 572 kring alt landið, sum atkvøddu fyri mær persónliga . Hóast stóru afturgongdina hjá fólkaflokkinum, so fekk eg hesuferð mítt hægsta persónliga atkvøðutal nakrantíð. Tað fløvar og er nakað, sum eg seti ómetaliga stóran prís uppá og gevur mær hug og dirvi at halda á.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsóttur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: