Tjóðveldi vrakaði nólsoyingar – vit rudda upp

Høgni Hoydal, løgtingsmaður og formaður Tjóðveldsins, spyr í lesarabrævið, um nólsoyingar eru koplaðir úr samfelagnum, orsakað av svikaliga ferðasambandinum.

Lat ongan iva vera.
Fólkaflokkurin koplar ongan úr samfelagnum, men byggir samfelagið út, soleiðis at allar bygdir og oyggjar verða knýttar tættari saman.

Tað var eisini orsøkin til, at Fólkaflokkurin saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum settu 21,5 mió. kr. av á fíggjarlógini fyri 2015 til nýggju Nólsoyarferjuna.

Hví er einki hent, kanst tú spyrja, men allir nólsoyingar minnast, hvat hendi, tá undanfarna samgonga við Tjóðveldi á odda tók við. Eitt tað fyrsta, teir gjørdu, var at vraka nýggju Nólsoyarferjuna, og brúktu ístaðin pengarnar til glæsiligan kontórbygning í Havn.

Úrslitið síggja vit nú. Nólsoyingar sita eftir við sviði soð.
Tað er tískil ikki sørt nasadjarvt, tá Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldsins, leggur núverandi samgongu undir at kopla nólsoyingar út úr samfelagnum, tá sami flokkur vrakaði nólsoyarferjuna.

Hendan samgongan byggir land. Hon knýttir bygdirnar og oyggjarnar tættari saman. Og hendan samgongan fer eisini at gera tað, hon setti sær fyri í 2015, og tað er betra um ferðasambandið millum miðstaðarøkið og Nólsoynna.

Var tað ikki fyri Høgni Hoydal og Tjóðveldi sigldu nólsoyingar við spildurnýggjari ferju í dag!

Veljarin vrakaði Tjóðveldi. Fólkaflokkurin situr aftur við valdinum. Og nólsoyingar noyðast ikki longur at stúra, tí Fólkaflokkurin ger tað, hann altíð hevur gjørt.

Nevniliga at rudda upp eftir Tjóðveldi, soleiðis at vit aftur kunnu byggja landið út – øllum føroyingum at frama.

*Myndin er av nýggju Nólsoyarferjuni, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn vrakaðu.

Fólkaflokkurin

Please follow and like us: