Tjóðveldi í KVF.

Tjóðveldi í Kringvarpinum hevði aftur í gjárkvøldið eina gjøgnumgongd av málinum um útlutanina av kvotum til vinnuligar royndir og verkætlanir og til ítøkiligt skipakeyp. Temaði var tað sama sum áður – illgitingar og lygnir um tað, sum vit fáast við í Fiskimálaráðnum.

Vit hava viðgjørt kærur og grundgivið fyri, hví vit ikki hava hoyrt ymisku umsøkjararnar. Her hava vit m.a. víst til punkt 6 í umsóknarblaðnum, har tað í vegleiðingini stendur: “Lýs stutt, hvussu langt ætlanin er komin í fyrireiking og teir førleikar, ið eru grundarlag undir verkætlini, eitt nú royndir og vitan innan fiskivinnu. Met um, nær verkætlanin veruliga gerst virkin og sjálvberandi”.

Hetta verður ikki tikið við, tá samrøðan við “húsadvokatin” hjá Kringvarpinum verður endurspæld. Vit hava tí ikki vekta atlit, sum “umsøkjarar ikki vita um”.

Sama er galdandi viðvíkjandi samrøðu við annan advokat um spurningin um innlit. Vit hava svara Kringvarpinum og grundgivið fyri, hví vit ikki lata innlit. Verturin, spinndoktarin hjá Tjóðveldi, hevur eisini muntligt fingið at vita, hví innlit ikki verður givið, men hetta verður heldur ikki tikið við.

Orðingar sum “átti ikki at verið ein trupulleiki” kunnu ikki brúkast til nakað sum helst.

At umsøkjarar royna at fáa politikarar at hjálpa sær er ikki óvanligt. Hetta hevur tó onga ávirkan havt á viðgerðina, og kundu teir fyri so vítt, tað sama havt tosað við Tjóðveldi í Kringvarpinum.

Tað er beinleiðis lygn tá sagt verður, at fólk í Fiskimálaráðnum, harímillum aðalstjórin, ikki vilja úttala seg. Aðalstjórin hevur í telefonsamrøðum við fleiri tíðindafólk í kringvarpinum, harímillum spinndoktarin hjá Tjóðveldi, greitt frá tilgongdini og svara spurningum um viðgerðina av umsóknunum og tiknu avgerðirnar.

Aðalstjórin hevur sjálvtsagt víst til mín, tá beinleiðis samrøður skulu gerast, tí tað er landsstýrismaðurin, sum hevur evstu ábyrgd og myndar Fiskimálaráðið.

Tjóðveldi í Kringvarpinum kundi eisini kunna hyggjaran um, at tað er fyrstu ferð at kanningarstjóri verður settur at kanna illgitingar og leysar pástandir, framleiddar av Høgna Hoydal í samráð við Tjóðveldi í KVF

Jacob Vestergaard

Fólkaflokkurin