Tjóvstarturin hjá Rebekku Trygvadóttir kann ikki góðtakast í 400 metur blandað

Hetta skrivaði News.fo og Norðoyar Portalurin áðrenn FM í stutgeil 2018 og rætt høvdu vit. “Nú er at vóna at vit fáa eina góða og rættvísa kapping. Vónandi verður ongin ivasom kolldøming dømd hesaferð.”
Havi hugt fleiri ferðir eftir startinum, men síggið ikki at Rebekka ferð avstað ov tíðliga, Vár E. Eidesgaard ferð nógv fyrst avstað og tá ið stardómarin sigur “takið støðu”, so fara allir svimjarnir í startstøðu, sjálvt um allir eru í startstøðu og allir svimjarnir standa stillir og so verður starturin settur ígongd, so í mínum eygnum síggið eg ikki at Rebekka tjóðstartar, heldur síggið eg hana fara ov seint avstað og rokni eg eisini við at dómarin kann siggja tað á telduni. Teir sóu tað til seinasta FM og tískil eigur Rebekka at fáa silvur heiðurstekin og ikki at vera kolldømd.
Vónandi ferð Ægir at kæra dømingina, men hatta var væntandi og tað væntandi eisini News.fo og Norðoya Portalurin áðrenn FM 2018. Ikki gott fyri føroyska svimjing, um tílíkt hendur, ein katastrofa í mínum eygum.
SáH