Tjóðleikhúsi skuldi verið bygt uttanfyri Havnina

Heðin Mortensen er longu farin í gongd við valstríðið til kommunuvalið og spyr um líkt og ólíkt á Løgtinginum í dag. Einamest um bygningar, sum skulu staðsetast í Tórshavnar Kommunu, eitt nú bygningarnir í Hoydølum og tjóleikhús og vera teir ikki gjødir í Tórshavn, so hótti Heðin við, at um minni enn eitt ár, so verður kommunuval og so hann lovaði hann, at fólkini í Tórshavnar Kommunu blivu skift út.
Hvat fólkini í Tórshavnar Kommunu hava við Løgtingið at gera er ilt at meta um, men er hetta mátin at arbeiða uppá, so skjóti eg upp til samgonguna, at Tjóðleikhúsi verður bygt uttanfyri Havnina, tí Havnin hevur fingið ríkiligt, hygg bara GLASIR, H-Bygningur og alt svansið hjá Landverk Føroya, sum hevur kostað Føroyum 100tals milliónir.
SáH