Tingarbeiðið komandi tíðina

Formansskapurin í Løgtinginum hevur á fundi í gjár tikið avgerð um, hvussu tingarbeiðið skal skipast næstu tíðina í sambandi við Koronafarsóttina, soleiðis at tingið kann vera vart á besta hátt, nú Covid-19 herjar í londunum rundan um okkum.

Tingmenn, landsstýrismenn o.o., sum hava verið uttanlands, og sum fara at koma í Løgtingið í sambandi við arbeiði her, skulu hava:
• eina negativa Covid-19 test í sambandi við heimkomu, og
• eina negativa Covid-19 test 6. dagin eftir heimkomu.
Hetta er ein ófrávíkilig treyt fyri at kunna møta í Løgtinginum.

Áhoyrarar hava framvegis ikki atgongd til tingfundirnar, men kunnu fylgja orðaskiftunum í sjónvarpi, útvarpi ella á heimasíðu tingsins.

Í sambandi við nevndarfundir verður gjørd tann undantaksregla, at nevndarlimir, sum orsakað av hesum forboði ella vegna tvungið sóttaruppihald, ikki kunnu møta á nevndarfundi, kunnu luttaka á fundinum umvegis telefon- ella netsamband. Hetta verður í hvørjum einstøkum føri avtalað við nevndarformannin og umsitingina frammanundan.

Vinarliga

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author