TILTØKINI HALDA FRAM EINA VIKU

Støðan við koronu ávirkar framvegis stovnarnar á trivnaðarøkinum. Nakrar broytingar kunnu henda, men í høvuðsheitum verða tiltøkini óbroytt komandi vikuna.

Kommunan harmast sjálvsagt støðuna, men tekur øll neyðug atlit, so tilboðini skjótt kunnu gerast virkin aftur. Í hesum tíðarskeiði bjóðar kommunan ansing í so stóran mun, tað letur seg gera í verandi umstøðum.

Dagstovnarnir
Dagstovnarnir halda fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera.

Starvsfólk á dagstovnaøkinum verða eisini rakt av koronu í teirra egna heimaumhvørvi. Um dagstovnur manglar starvsfólk í einari stovu, kann leiðarin stytta um upplatingartíðina hjá viðkomandi stovu. Leiðarin boðar foreldrunum frá hesum beinleiðis.

Kommunala dagrøktin
Dagrøktin heldur fram at hava opið og veita tænastu í tann mun, tað letur seg gera. Tó hevur spælistovan framhaldandi stongt í komandi viku.

Frítíðarskúlin
Snjallabjalla verður framhaldandi stongd í komandi viku. Um broytingar koma her, verður tað fráboðað seinni.

Húsið
Húsið verður framhaldandi stongt í komandi viku.

Skúlatrøð
Skúlaleiðslan á Skúlatrøð hevur somuleiðis boðað kommununi frá, at støðan er óbroytt. 1.-3. flokkarnir fara í skúla sum vant, meðan 4. flokkur og uppeftir framvegis eru heima og fáa fjarundirvísing.

Mett verður um støðuna í seinnu helvt av komandi viku.

Klaksvíkar Kommuna