TILMELDING TIL DAGSTOVNAPLÁSS Í VIKU 20

Fyri at kenna rætta tørvin á dagstovnaøkinum, verður heitt á foreldur um at boða frá ansingartørvi í viku 20 (11. til 15. mai).

Hetta verður gjørt fyri at kommunan best møguligt kann meta um verðuliga tørvin, soleiðis at arbeiðið á dagstovnaøkinum kann verða lagt til rættis eftir almennu tilmælunum.

Fráboðanin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 7. mai kl. 12.00. Tilmeldingin er bindandi. Hetta merkir, at goldið verður fyri teir dagar, ið barnið er tilmelda.

Melda til her

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: